GASTA £50 OBTÉN £5 DE DESCUENTO - "WRNA - 98981"
GASTA £150 OBTÉN £20 DE DESCUENTO - "WRNB - 98982"
INGRESE LOS CÓDIGOS AL PAGAR
Envío: Gastos de envíos GBP £3.40

Postgjaldsmerki - Trøllapætur

Series
GBP £3.17
Series CTO
GBP £3.17
Acerca de Postgjaldsmerki - Trøllapætur

Tann 1. oktober verða fýra nýggj postgjaldsmerki givin út. Hetta er sætta árið á rað, at føroysk postgjaldsmerki verða givin út.

Myndevni í ár er Trølla Pætur, sum bæði stór og smá kenna, og hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið myndirnar.

Øll kenna Trølla Pætur

Tað var um aldarskiftið, at Trølla Pætur kom oman av føroysku fjøllinum. Og frá fyrsta degi hevur hann bergtikið barnahjartað.

Trøllið við morreyða hárinum og nýggju høvdunum dámar væl at syngja, og saman við garvillu Trølla Ommuni, sum spælir uppá nærum øll ljóðføri, hava tey bæði framført og undirhildið víða hvar til gaman fyri børn og barnsligar sálir.

Øll kenna Trølla Pætur og Trølla Ommuna. Síðani ár 2000 hava trøllini innspælt fimm filmar og útgivið tríggjar fløgur. Tey hava verið í nógvum vasi og oftani hava tey havt teir báðar løgreglumenninar, Erling og
Jógvan, aftaná sær. Ikki tí, onki ilt býr í Trølla Pæturi, og innast inni er hann einans eitt góðvarið og fitt trøll. Trølla Omman er meira kúllaslig og dugir ikki so lætt at skilja mun ímillum, hvat er rætt og hvat er skeivt.

At nærum øll børn elska Trølla Pætur og Trølla Ommuna er ikki so løgið. Eftir øllum at døma eru tey hvørki óhugnalig ella vanda-mikil. Trøllini hava gott barnatekki og umboða tey flest allar eginleikar, sum børnini kenna frá sær sjálvum. Trølla Pætur kann verða bæði stúrin og ræddur, men næstu løtuna er hann ovurfegin, dansar og er lættur um
sinnið. Omman torir hinvegin alt. Hon er djørv og treisk sum fáur. Hon koyrir risastórar lastbilar, stýrir veldigum skipum og flýgur bæði tyrlur og flogfør. Trølla Pætur hevur gingið nakað í skúla og dugir eitt sindur at rokna og lesa, meðan Trølla Omman, sum heldur seg vita alt, hvørki dugir at lesa ella rokna.

Vit kunnu vera púra vís í, at glómur er í barnaeygum, tá ið trøllini trína fram á pallin. Og onki er so spennandi, sum aftaná eina passaliga villa og festliga konsert, at sleppa at heilsa ein góðsligan Trølla Pætur og ta herligu og barnavinarligu Trølla Ommuna.

So ábyrgdarleys og samvitskufull, sum nú einaferð trøll kunnu verða, hevur hetta ólíka og hugtakandi parið upptraðkað, dansað og sungið fyri nærum øllum smábørnum í Føroyum, men sanniliga eisini vitjað og
fingið hjartaliga móttøku í Danmark, Íslandi og Grønlandi.

Vit kunnu vænta bæði eitt og annað, har Trølla Pætur og Trølla Omman eru í leiki, men gott er at kortini vita, at alt plagar at enda í øllum góðum.